Uroterapi (eisini nevnt amaroli) er viðgerðarháttur, ið vanliga verður nýttur móti krabbameini. Framferðarhátturin er hann, at sjúklingurin hvønn morgun drekkur millum ein sjatt og upp í eitt glas av egnum landi. Tað er evnið urea, ið skal virka fyribyrgjandi. Tað sigst, at eins egna land er tað besta, tí tað passar best til ein sjálvan. Í 1950'unum granskaði grikski læknin Evagelos Danopoulos í uroterapii og kláraði í tveimum førum at grøða krabbasjúklingar. Uroterapi er fleiri túsund ára gamal viðgerðarháttur, og í summum samfeløgum verður land enn í dag drukkið sum heilsudrykkur.